subscribe: Posts | Comments

Vit fara útferð til Nólsoyar

0 comments
Vit fara útferð til Nólsoyar

Hósdagin 8. juni skipar Tilhaldið fyri útferð til Nólsoyar.

Vit møtast á Bursatanga.

Ternan siglir kl. 12.30.

Av havnarlagnum í Nólsoy ganga/koyra vit niðan í Dagtilhaldið í Nólsoy.

Tey, sum ikki orka at ganga, verða koyrd.

Eta døgverða frá Oddvør Skarðhamar í Missiónshúsinum. Kaffi og køka omaná.

Vit hava harmoniku við og syngja saman við Dagtilhaldinum í Nólsoy.

Kostnaður fyri túrin er 200 kr., sum skulu gjaldast við tilmeldan.

Tekningarlisti liggur frammi í Tilhaldinum.

Seinasta freist at melda til og gjalda er týsdagin 30. mai.

Ternan siglir aftur til Havnar kl. 18.25.

Share This