subscribe: Posts | Comments

Um Tilhaldið

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Tilhaldið er kommunalur stovnur, sum læt upp á Grækarismessu 1998 sum lið í eldrapolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
ST hevði útnevnt 1999 at vera altjóða eldraár, og hesa avbjóðing tók kommunan á seg.
Ein avleiðing av hesum var, at kommunan læt teimum eldru gomlu Føroyabankahúsini í Tórsgøtu (seinni Tekniskur Skúli) at ráða yvir.
Fyrstu tíggju árini varð raksturin av húsinum goldin av kontuni um stuðul til umsorgararbeiði hjá landinum. Síðani 2009 hevur kommunan havt fíggjarligu ábyrgdina av Tilhaldinum. Í dag er játtanin upp á eina góða miljón krónur tilsamans.
Tvey fólk arbeiða fulla tíð í Tilhaldinum umframt reingerðarfólk og tímaløntir skeiðundirvísarar og fyrilestrarhaldarar.
Vitjunartalið er vaksið úr 6.000 í 1998 til sløk 16.000 í 2012.
Endamál Tilhaldsins er at geva sjálvhjálpnum pensjónistum í Tórshavnar kommunu møguleikar at hava ein innihaldsríkan gerandisdag.
Í hesum sambandi verður skipað fyri einum fjøltáttaðum virksemi við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum í hugnaligum umhvørvi.
Her ber til at práta, fáa ein drekkamunn, spæla kortspøl og at gera fimleik. Her er eisini motiónsrúm, bókasavn og bindiklubbur. Somuleiðis verður skipað fyri fyrilestrum, sangi, útferðum, konsertum o.ø.
Reglulig skeið verða fyriskipað í teldunýtslu, hornarbeiði, veving, maskinbinding og í enskum undir kønari leiðslu umframt øðrum styttri skeiðum.
Mál okkara er, at Tilhaldið verður ein undirvísandi og lærandi stovnur, sum gongur á odda við vitan og førleikum um m.a. heilsutørvin hjá hesum aldursbólki í samfelagi okkara og at starvs- og húsfólk samstarva um heilsu og trivnað bæði innan- og uttanhýsis.
Øll eru vælkomin inn á gólvið. Ongin limaskapur krevst – tit kunnu koma og fara, sum tit vilja.

Hjartaliga vælkomin!


Share This