subscribe: Posts | Comments

Tilhaldið opið Mentanarnáttina

0 comments
Tilhaldið opið Mentanarnáttina

Fríggjakvøldið 2. juni verður árliga Mentanarnáttin í Havn.

Í hesum sambandi verður Tilhaldið í Tórsgøtu opið longri enn vant henda dagin.

Húsið letur sum vant upp kl. 9, men kl. 11 byrja mentanartiltøkini í húsinum, og hildið verður fram til kl. 22.

Á skránni verður fotoframsýning, Happy End, søla av vaflum við róma og súltutoyi, kaffi, te og sunkist.

Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið! 

 

Share This