subscribe: Posts | Comments

Søgan um húsið


P7010002

Hølini, ið Tilhaldið heldur til í, vórðu bygd beint eftir, at Føroya Banki varð settur á stovn í 1906. Bankin helt til her, til hann flutti í nýggja bankabygningin í grannalagnum niðanfyri í 1958.
Eftir tað hevði Tekniski Skúli innivist her í meira enn ein mansaldur, til hann stutt fyri aldarskiftið flutti í onnur høli við Velbastaðvegin, sum kommunan átti frammanundan.
Tá kommunan við makaskifti við Tekniska Skúla ognaði sær grótbygningin í Tórsgøtu á heysti 1997, vóru húsini sum heild í ringum standi.
Tískil var virksemið hjá Tilhaldinum ta fyrstu tíðina bert avmarkað til miðhæddina.
So við og við vórðu húsini sett í stand, og í dag eru tey ein virðiligur og hugnaligur karmur um fjølbroytta virksemið hjá Tilhaldinum, sum nú hevur allar fýra hæddirnar í húsinum at ráða yvir.
Tilhaldið er samanlagt 546,8 fermetrar til støddar.


Share This