subscribe: Posts | Comments

Fundur um Spaniuferð mánadagin

0 comments
Fundur um Spaniuferð mánadagin

Mánadagin 29. mai kl. 16 verður kunningarfundur í Tilhaldinum fyri teimum, ið hava teknað seg til Sólorkuferðina hjá Tilhaldinum í heyst.

Unn Hilduberg fer at greiða frá og svara spurningum.

Unn og maður hennara, Tróndur Djurhuus, eiga og reka Sólorku, ið er ein føroysk fyritøka, sum er skrásett í Havn og hevur deild í Altea í Spania.

Unn og Tróndur búgva í spanska miðjarahavsbýnum Altea.

Meira um Sólorku á www.solorka.com

 

Share This