subscribe: Posts | Comments

Framsýning av handaligum arbeiði

0 comments
Framsýning av handaligum arbeiði

Í døgunum frá mánadegnum 1. mai til og við mikudegnum 3. mai hevur Tilhaldið framsýning av handaligum arbeiði frá vetrinum 2016/17: maskinbinding, veving, horn og beinarbeiði.

Framsýningin er í hugnaligu hølunum í kjallaranum í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Opið er allar dagarnar frá kl. 13-17.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Share This